Skip to content

Betongloysnir til tín tørv

Vit veita betong og betongloysnir til bæði fyritøkur og privatkundar. Vit hjálpa tær at finna røttu loysnina til tína verkætlan.

Sí okkara loysnir

Betong til ymisk endamál

Vit finna loysnina eftir tørvinum í verkætlanini – bæði til fyritøkur og privat.

01

Søla av betongi

Betong í ymiskum styrkjum og við ymiskum eginleikum til bæði fyritøkur og privatkundar.

02

Betongklossar

Ein sterk og praktisk loysn, sum kann brúkast til nógv ymisk endamál.

03

Áarinntøk og L-profilar

Betongvørur til konstruktiónir, uppsamling og onnur praktisk endamál.

04

Sersniðnar loysnir

Hevur tú eitt hugskot ella ein serligan tørv, hyggja vit fegin eftir møguleikunum.

Royndir og haldgóðska

Byggitilfar hevur meira enn 20 ára royndir innan veiting av ymiskum betongelementum. Vit leggja dent á at finna haldgóðar loysnir, sum passa til einstøku verkætlanina.

Betongelementir frá Byggitilfar
Haldgóðska 50 ár
Upp til 50 ára haldgóðska
Royndir 20+
Meira enn 20 ára royndir innan veiting av betongelementum

Frá tørvi til veiting

Vit byrja við at fáa greiðu á verkætlanini, so vit kunnu finna røttu betongloysnina.

Styrki, eginleikar og veiting verða síðani samskipað eftir arbeiðinum.

01

Vit fáa greiðu á tørvinum

02

Vit finna røttu betongloysnina

03

Veitingin verður samskipað

04

Betongið verður veitt

Betong og bygging

Ein loysn, sum passar til arbeiðið

Vit leggja dent á góða tænastu, greiðar avtalur og at finna eina betongloysn, sum passar til verkætlanina.

Hvørja styrki av betongi skal eg brúka?

Tað veldst um, hvat betongið skal brúkast til. Set teg í samband við okkum, so hjálpa vit tær at finna røttu styrkina.

Veita tit til bæði fyritøkur og privat?

Ja. Vit veita betong og betongloysnir til bæði fyritøkur og privatkundar.

Kann eg fáa eina serliga betongloysn?

Ja. Hevur tú eitt hugskot ella ein serligan tørv, so hyggja vit fegin eftir møguleikunum saman við tær.

Skalt tú brúka betong til tína næstu verkætlan?

+298 289990